Undir hópmótmælunum móti iranska prestastýrinum er ein 26 ára gamal maður handtikin, men hann er ikki dømdur til deyða.
Tað hevur iranska dómsvaldið sambært almennu miðlunum í landinum sagt. Tað skrivar bretska blaðið The Guardian.
Avvarðandi hjá Erfan Soltani søgdu í gjár, at hann skuldi avrættast.
Familjan hjá honum sigur nú sambært The Guardian, at avrættingin er útsett.
Erfan Soltani varð handtikin 10. januar undir mótmælisgongu móti iransku stjórnini nærhendis iranska høvuðsstaðnum, Teheran, sambært einum í familjuni.
Mótmælisgongurnar í Iran byrjaðu 28. desember Tær vóru í fyrsta umfari elvdar av ónøgd við ógvuliga høgu inflatiónina í landinum, men hava síðani ment seg til almennar atfinningar av iranska prestastýrinum.
/Ritzau/











