Fyrr í kvøld varð fráboðað, at iranski forsetin, Masoud Pezeshkian, fór at almannakunngera eitt opið bræv til amerikanska fólkið.
Nakrar tímar eftir, at sagt varð um fráboðanini, kom hon eisini, og tað er eitt nú tíðindastovan, Reuters, sum endurgevur úr henni.
- Vit føla ongan fíggindaskap móti vanligum amerikanarum, verður sagt í fráboðanini.
Forsetin í Iran, Masoud Pezeshkian, skrivar soleiðis sambært Reuters:
- At seta Iran fram sum eina hóttan, samsvarar ikki við søguligan veruleika - ella heldur við nútíðina, sigur forsetin í fráboðanini.
Og hann leggur aftrat:
- At leypa á undirstøðukervið í Iran, er at leypa á iranska fólkið, og slíkar atgerðir hava avleiðingar, sum røkka langt út um mørkini hjá Iran, verður lagt aftrat.
Lesið eisini - Iran við týdningarmiklum brævi til amerikanska fólkið
https://www.in.fo/news-detail/iran-vid-tydningarmiklum-braevi-til-amerikanska-folkid











