Nato-aðalskrivarin fer at hitta Donald Trump

Sambært Reuters sigur eitt talsfólk fyri Nato, at itjanin hjá Nato-aðalskrivaranum í USA leingi hevur verið ætlað

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sagt, at USA umhugsar at taka seg úr verjusamgonguni, Nato.

 

Hesar hóttanir hevði hann eisini á lofti í sínum fyrra forsetaskeiði, og nú endurtekur hann hetta.

 

Sum skilst, er forsetin vónsvikin av, at Evropa ikki í størri mun vil hjálpa USA í krígnum móti Iran.

 

Nøkur evropeisk lond hava beinleiðis stongt sínar hernaðarflogvallir fyri USA, tí londini vilja ikki, at USA skal brúka hesar í krígnum í Miðeystri.

 

Nú veit so Wall Street Journal at siga, at Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte, fer at hitta amerikanska forsetan í næstu viku.

 

Sambært Reuters sigur eitt talsfólk fyri Nato, at ætlaða vitjanin hjá Nato-aðalskrivaranum í USA leingi hevur verið ætlað.

 

Lesið eisini: Trump umhugsar at taka USA úr Nato

 

https://www.in.fo/news-detail/trump-umhugsar-at-taka-usa-ur-nato