Iran sendir svar uppá friðarætlan

Iran hevur sent svar uppá amerikanska uppskotið um eina friðarætlan millum Iran og USA umvegis meklaran Pakistan.

Tað skrivaði almenna iranska tíðindastovan Irna sunnudagin, sambært Reuters.

Tað var ikki greitt, hvør undirtøkan var, men sambært Irna fara samráðingarnar í løtuni at snúgva seg einans um at fáa enda á krígnum í økinum.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur seinastu tíðina bíðað eftir einum iranskum uppskoti um eina avtalu, sum kann enda stríðið millum USA og Iran.

Samstundis hótti iranska kollveltingarverjan leygardagin við at leypa á amerikansk mál í Miðeystri, um iransk tangaskip verða álopin.

Dagin fyri leyp USA á tvey iransk tangaskip í Omanflógvanum.

 

/Ritzau/