Tað var tíverri ikki ein føroyingauppgerð í týsku bundesliguni, tá THW Kiel í Wunderino Arena í Kiel tók ímóti liðnum hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin.
THW Kiel má klára seg uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu, og tað gongur alt annað enn væl nú Elias er uttanfyri við skaða.
Füchse Berlin vann greiðan 35-28 sigur á THW Kiel. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 18-16.
Hákun skoraði seks mál og var saman við Tim Freihöfer og Nils Lichtlein næstbesti toppskjúttin hjá útiliðnum. Mathias Gidsel var toppskjútti hjá Füchse Berlin við átta málum.
Füchse Berlin er triðfremst í deildini við 48 stigum. Teir eru eitt stig aftanfyri Flensburg-Handewitt, ið hevur 49 stig. Magdeburg er greitt oddalið við 54 stigum.
Bæði Füchse Berlin og Flensburg-Handewitt hava fýra dystir eftir at leika í kappingini.
Nummar eitt og tvey sleppa at kappast í Champions League.
THW Kiel er nummar fimm við 40 stigum. Teir mugu stríðast fyri at halda seg frammanfyri Lemgo og Melsungen, ið hava 36 stig hvør, so THW Kiel kann røkka EHF European League komandi kappingarár.
Hákun fer nú saman við landsliðsliðfeløgunum at hugsavna seg um báðar HM-undankappingardystirnar móti Bosnia-Hersogovina. Fyrst á útivølli hóskvøldið, og tveir dagar seinni við Tjarnir.











