Iran sigur nei til nýggj kjarnorkueftirlit

Sambært amerikanska varaforsetanum var hetta ein partur av friðarsamrøðunum, sum vóru í Sveis fyrst í vikuni

Talsmaðurin fyri iranska uttanríkisráðið, Esmail Baghaei Hamaneh, sigur, at Tehran ikki hevur nakrar ætlanir um at loyva eftirlitsfólki hjá altjóða kjarnorkustovninum (IAEA) at síggja iranska kjarnorkuútbúnaðin.

 

Útsøgnin úr Iran kemur eftir, at amerikanski varaforsetin, D Vance, í gjár vildi vera við, at Iran hevur góðtikið at bjóða eftirlitsfólki hjá kjarnorkustovninum at síggja útbúnaðin, sum Iran hevur.

 

Sambært amerikanska varaforsetanum var hetta ein partur av friðarsamrøðunum, sum vóru í Sveis fyrst í vikuni. 

 

Ríkaða uranið hjá Iran hevur fylt nógv hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, men tað er ikki bara amerikanski forsetin, sum heldur, at Iran ikki skal fáa møguleikan at menna kjarnorkuvápn.

 

##med2##

 

Iran hevur áður sagt - og fleiri ferður endurtikið - at ríkanin av urani ikki hevur til endamáls at menna kjarnorkuvápn, men at talan er um vinnuligt orkuvirksemi í Iran.

 

Hetta skriva útlendskir miðlar í morgun, eitt nú www.tv2.no

 

 

 

 

 

Esmail Baghaei Hamaneh er talsmaður fyri iranska uttanríkisráðið