Jóhan Petur og teir eru aftur á rættari kós

Avrikið var sannførandi ímóti B36, sum nú er illa spert í europeisku kappingini

Spurningurin síðani fríggjakvøldið hevur verið, hvussu víkingarnir fóru at svara aftur. Fríggjakvøldið var tað vónbrot, tá ið Víkingur tapti í Sarpugerði ímóti HB og misti møguleikan at vera partur av steypafinaluni.

 

Í kvøld var Víkingur í Gundadali, har B36 var vertur, og tað var einki at rafla um. Víkingur vann 4-1, og harvið er tað greitt, at víkingarnir framvegis eru besta boðið upp á at vinna FM heitið.

 

Hjá B36 er tað framvegis møguleiki at vinna europeisk atgongumerki, men úrslitið í kvøld og eisini avrikið benda á, at tað verður torført hjá árstalsfelagnum at røkka út í Europa umvegis fjórða plássið í landskappingini. B36 eigur tó eitt eyka skot í byrsuni. Tað er í steypafinaluni ímóti HB, sum verður leygardagin 2. november.

 

Í kvøld var Víkingur greitt omaná. Vindurin darvaði ikki frítt, men teir úr Eysturkommunu vístu væl betur og meiri sannførandi liðavrik enn heimamenninir.

 

Teir báðir fyrrverandi Skálaspælararnir, Ari Olsen og Poul Kallsberg, manna ódnirnar í høgru hjá Víkingi, og tað vóru teir báðir, sum løgdu Víking á odda ávikavíst ½-0 og 2-0. Í báðum førum var talan um skor mitt fyri í brotsteiginum. Ari Olsen skoraði eftir eitt tvey samanspæl í høgru og kontra, og Poul Kallsberg skoraði eftir innlegg frá Sølva Vatnhamar.

 

Gongdin bendi á, at tað var meiri 3-0 mál, sum var á veg, heldur enn at B36 fór at minka um munin, men so var tað stutt undan steðginum, at Marius Kryger Lindh eftir fínt einmansavrik í høgru sendi bóltin í handara síðunetið, og so var 2-1 og dysturin víðopin, tá ið teir fóru at hvíla seg.

 

B36 spenti beinanvegin eftir steðgin álopsbogan, og hann brast, tí áðrenn eitt korter var farið, var støðan 4-1 til Víking, sum síðani ongar trupulleikar hevði at halda tætt.

 

Eftir at B36 misti bóltin á mótstøðuhálvuni í vinstru varð bólturin lagdur diagonalt til Olaf Bárðarson, sum sneiddi seg leysan og umvegis fótin á verjuspælara legði bóltin inn við nærra stólpa.

 

Og fýra minuttir seinni var tað Jørgen Nielsen, sum staðfesti 4-1 sigurin.

 

B36 skifti Hannes Agnarsson, Tobias Hansen og Gutta Dahl-Olsen og seinni Jógvan Kárason Gullfoss inn, men tað broytti einki veruleikan, sum er, at Víkingur við 4-1 sigri fyri aðru ferð í stórar tvær vikur hevur vunnið fulla úrtøku ímóti B36 Gundadali. 12. august vann Víkingur 2-1 ímóti B36 á Gundadali.

 

Leygardagin eigur B36 heimavøll ímóti B68, og leygardagin fær Víkingur vitjan av grannunum í NSÍ.

 

 

 

B36 – Víkingur 1-4 (1-2)

 

0-1: Ari Olsen

 

0-2: Poul Kallsberg

 

1-2: Marius Kryger Lindh

 

1-3: Olaf Bárðarson

 

1-4: Jørgen Nielsen

 

Dómari: Rúni Gaardbo

 

B36: Silas Eyðsteinsson – Jann J. Benjaminsen, Vilmer J. Rønnberg, Magnus Egilsson, Fabian  Ness – Jelle van der Heyden, Anton Søjberg, Andrass Johansen – Marius Kryger Lindh, Zean Peetz Dalügge, Bjarki C. Nielsen

 

Venjari: Magne Hoseth

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Bergur Gregersen, Ingi Jonhardsson – Aron Janrskor Ellingsgaard, Géza Dávid Turi, Sølvi Vatnhamar – Poul Kallsberg, Jørgen Nielsen, Olaf Bárðarson

 

Venjari: Jóhan Petur Poulsen