Tað gongur stak illa hjá føroysku leikarunum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini at fáa meir enn avmarkaða spælitíð.
John Frederiksen kom á vøllin í 86. minutti, tá lið hansara, Brabrand á heimavølli vann 2-1 á Thisted. Talan var um bert annan sigurin hjá Brabrand hetta kappingarárið.
Nemo Thomsen legði Brabrand á odda longu í 12. minutti. Seinni hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, tá Thisted javnaði til 1-1. Omar Jarju skoraði sigursmálið hjá Brabrand tríggjar minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
Brabrand er næstaftast í deildini við átta stigum fyri níggju dystir.
Á útivølli í Gladsaxe tapti Fremad Amager fríggjakvøldið 0-5 fyri AB. Í steðginum var AB á odda 4-0, og tá Andrass Johansen kom á vøllin fyri Fremad miðskeiðis í seinna hálvleiki var støðan 5-0. Tað bleiv so ikki verri aftaná Andrass kom á vøllin.
Fremad Amager er fjórðaftast í deildini við níggju stigum fyri níggju dystir.
Hørður H. Askham slapp ikki upp í part, tá lið hansara, FC Roskilde á heimavølli vann 4-1 (3-1) á HIK. So tað er soltið við spælitíð til okkara menn í hesari deildini.