Jon Hestoy seksti í dag

Í dag, fríggjadagin 12. juli, verður Jon Hestoy 60 ár. Jon eigur og er stjóri í størstu prentsmiðjuni í landinum, og hann er kendur sum ein av fremstu føroysku svimjarunum.

 

Jon er ættaður av Tvøroyri. Mamm­an var Brigit fødd Thom­sen, og pápin var Jóannes, fødd­ur Pet­ersen og ætt­að­ur av Hvít­a­nesi á Tvøroyri. Hann var abb­a­­son­ur Hest Jó­annes og keypti sær Hest­oy sum eft­ir­navn. Hann var bara 58 ára gam­al­ur, tá ið hann doyði í 1979.
Birgit og Jóannes fingu trý børn: Ingrid (1949), Heini (1950) og Jon (1959). Ingrid býr á Tvør­oyri, Heini býr í Marstal á Ærø, og eftirnølarin, 60 ára føði­ng­ar­dags­barn­ið, býr á Argjum.
Barnaheimið var úti við Síl­ánna á Tvøroyri, har spæliplássið var úr fjøruni og á fjørðinum og upp á tindarnar. Frá 1965 og í trý ár búði Jon saman við for­eldr­u­num í Sydprøven, sunnan fyri Nan­ort­alik í Suðurgrønlandi. Hann gekk hann í 1. flokki og helvt­ina av 2. flokki. Á Tvøroyri vóru millum lærararnar Karl Han­­sen, Jóhannes Enni og Ási Jac­ob­sen.
Í 1976 flutti Jon til Århus, har hann fór í prentaralæru á Linde Tryk. Hann varð avlærdur í 1980, og eftir at hava verið eitt ár í USA og eftir aftur at hava arbeitt sum sveinur á læruplássinum, flutti Jon í 1983 til Føroya, har hann gjørdist umbrótari á Sosi­al­i­num.
Á heysti í 1984 flutti Jon til Tvør­oy­rar, har hann á Tanganum fór und­ir Hestprent, ið var lítil prent­smiðja, sum eisini hevði sats, og sum gav út lokalblaðið Suð­ur­oyartíðindi.
Jon er framtakshugaður og ar­beiðs­samur, og hann hevur havt gott hegni at fáast við við­skift­a­fólkini. Hann var millum tey fyrstu, sum sá møguleikarnar í dig­italu kollveltingini av tí, sum hann hevði lært til og arbeiddi við.
2. januar í 1987 flutti Hestprent til Havn­ar. Fyrst helt Jon til í Heygs­króki – í kjallaranum hjá trí­menn­inginum Theodori Pet­er­sen. Í 1988 varð flutt á Suðurrás, í 1997 niðan í Dvørgastíg, har tey fóru at prenta í 1999 og fingu bók­bindarí í 2001. Í 2004 fusi­o­n­er­a­ðu arkprentsmiðjan hjá Dimm­a­lætting og Hestprent í Før­oy­aprent, og hevur Jon sam­an við øðrum seinni keypt partin hjá Dimmalætting eisini.
Í síni tíð var tað Jon Hestoy, sum framdi størstu føroysku ítrótt­ar­ligu brøgdini. Mamman var svimj­i­lærari á Tvøroyri frá 1964. Yngsti sonurin var altíð sam­an við henni og lærdi tískil tíð­liga at svimja. Umframt í svimj­i­hylinum svumu hann og vin­men­n­inir á mølini við Síl­ánna.
Fyrstu ferð Jon luttók í kapp­svimjing var á Jóansøku í 1969, tá ið tvøradreingir svumu fram við nýggju kai.
Eftir at Arge feðgarnir í au­gust 1972 høvdu sagt frá OL leiku­num í München, har am­e­r­ik­anski svimjarin Mark Spitz skar­aði framúr, fekk føroyska svimj­ingin eitt uppsving. Undir leiðslu av Ása Jacobsen og Mann­bjørn Mortensen fóru tvør­a­dreingir undir miðvísa venj­ing.
Jon vísti seg at hava gott hegni, honum dámdi ógvuliga væl at venja, hann treivst í tøtt­um kappingum, og Jon vann fyrsta FM í Havn í september 1974.
Serliga minnisríkar eru kapp­in­garnar í Klaksvík í 1975. Á Norð­oy­astevnu rindaðu 530 fyri at fáa høvi at síggja Jon og hinar garp­a­rnar kappsvimja. Tað var ikki so undarligt, tí stutt framm­anundan hevði Jon vunnið sera tætt­ar og dramatiskar kappingar í frí­ari svimjing. Fyrst í ungl­ing­a­bólkinum ímóti lokala Høgna Mikk­elsen og síðani ímóti Hera Lava Olsen, sum tá í fleiri ár hevði verið roknaður at vera tann stinnasti í hesi greinini. Jon plagar onkuntíð at taka til, at sig­urin á Hera kendist sum tann størsti, ið hann nakrantíð hevur vunn­ið!
Eitt tað fyrsta, sum Jon gjørdi, tá ið hann í 1976 var búsettur í År­hus, var at melda seg inn í AGF, ið var millum størstu donsku svimjifeløgini. Kendi norski Hallbjørn Stenhaug var ven­jari, og millum svimjararnar var Susanne Nielsson, sum í sjeyti og áttati árunum var fremsti kvinnuligi svimjarin í Dan­mark.
Úrslitini hjá Jon boða frá, at tað gekk væl. Í tíðarskeiðnum 1979-1983 vann hann 7 DM, og hann setti átta donsk met. Grein­ar­nar vóru 200 metra firvald, 400 metra blandað og 1500 metra frí. Danska landsliðið hevði boð eftir Jon, sum umboðaði Dan­mark inntil 1982, tá ið Føroyar rukku altjóða svimjilima¬ skapi. Tá valdi Jon at umboða føði¬ land­ið.
Sverri Midjord fylgdi væl við, hvussu tað hilnaðist hjá bygd­ar­mann­inum, og tað var Sverri, sum fekk fíggjarligt grundarlag til vega, so Jon í 1980 fekk høvi í eitt ár at royna seg sum svimjari í Miss­ion Viejo í Calefornia, har Mark Schubert var venjari. Sam¬ band­ið og umstøðurnar vóru ikki tá, sum tær nú eru tað.
Jon umboðaði Føroyar í HM í Equador í 1982. Hann setti før­oysk met í 200 metra firvald og 400 metra blandað, men tað rakk ikki til heið­ur­s­merkir. At venj­ing­ar­støðan var góð sást, tá ið Jon í 1981 var komin aftur til Dan­markar og í DM vann tríggj­ar gull­med­a­lj­ur og setti trý donsk met. Á hvítusunnu í 1984 fann hann upp á at seta svimj­­imet í eitt samdøgur. Hann svam 89.174 metrar í Gellerup badet, og tað varð skrásett sum Guiness met.
Eftir at Jon var komin aftur til Før­oya, gjørdist hann nevnd­ar­lim­ur í Svimjisambandinum. Hann var formaður í eitt hálvt ár 1984¬85. 1988¬96 var hann aftur for­maður, og í 2008 fór hann und­ir triðja tørnið sum bossur fyri før­oyskari svimjing.
Jon er giftur Susann fødd Hof­gaard og ættað úr Havn. Børn­ini hjá teimum eru Dánjal (1990), Bartal (1992) og Sissal (1993). Jon eigur eisini Jóannes, sum er føddur í 1985.
Jon hevur arbeitt nógv, og tað hava ikki verið stundir til nógv ann­að frítíðarítriv enn svimj­ing­ina. Hann hevur hús og jørð á Trøðni í Leynum, har hann spennir frá saman við familjuni, tá ið hann ikki er upptikin av Føroyaprent og svimjing – og sum eitt tað nýggjast, so er Jon Hestoy eisini vorðin stjóri á P/F Prentmiðstøðini, sum Sosialurin og P/F Tjaldur eiga. Frá í vár at rokna er tað Jon, sum stendur fyri rakstrinum av einastu blaðprentsmiðju, sum er í Føroyum.