Leikluturin hjá KÍ í ársins Champions League kapping er av. Í kvøld tapti KÍ 1-0 í Litava. Úrslitið ber við sær, at Kauno Žalgiris heldur fram í meistarakappingini, og at litaviska liðið fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur tryggjað sær pláss í europeiskum bólkaspæli.
Fyri KÍ hevur tapið við sær, at liðið nú fer at royna seg í UEFA Europa League. Eftir øllum at døma verður mótstøðuliðið danska meistaraliðið AGF úr Aarhus.
Í kvøld var KÍ omaná í fyrra hálvleiki, tá ið Filip Brattbakk og Gaston Tellechea høvdu góðar royndir ímóti málinum, uttan at tað eydnaðist at skora.
Eftir steðgin var heimaliðið omaná, og stutt undan leikloki eydnaðist tað at skora einasta málið í teimum báðum dystunum millum hesi bæði feløgini, og tað vísti seg at vera avgerandi.
Tá ið tikið verður samanum, so er skjótt at staðfesta, at tað kostaði samantalt tap, at KÍ ikki spældi við bestu manning. Árni Frederiksberg varð settur á vøllin, tá ið heimaliðið hevði lagt seg á odda, René Shaki Joensen var á beinkinum alla tíðina, Jákup B. Andreasen var ikki á listanum, Odmar Færø er í Føroyum, tí hann í síðsta dysti í Europa varð illa skaddur, og so er tað Patrik Johannesen, sum er langtíðarskaddur.
Tað eru ikki teir, sum eru á beinkinum ella teir, sum ikki eru tøkir, sum vinna og tapa dystir, men tað er einki at ivast í, at um KÍ hevði havt allar sínar menn tøkar, so var hetta eitt mótstøðulið, sum klaksvíkingar kundu havt møguleika at vinna ímóti.
Nú ferðast klaksvíkingar til hús at fyrireika seg til næstu uppgávuna, sum verður sunnudagin, tá ið B36 verður gestur í Klaksvík.
Kauno Žalgiris – KÍ 1-0 (0-0)
1-0: Leon Kreković 84.
Dómari: David Šmajc úr Slovenia
KÍ: Mark F. Jensen – Gilli Rólantsson Sørensen, Deni Pavlovic, Gaston Tellechea – Jóannes Kalsø Danielsen, Mansour Sinyan, Hallur Hansson, Jean Carlos Filip Brattbakk, Páll Andrasson Klettskarð, Oussama Ali











