Fyrr í kvøld vann NSÍ seg í hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið. Tað var við 4-0 sigri í Sørvági ímóti 07 Vestur.
Nú er tað greitt, at NSÍ í hálvfinaluni fer at spæla ímóti KÍ. NSÍ er topplið í landskappingini, og KÍ er næstfremst. Tá ið hesi bæði fyrr í ár hittust í landskappingini í Klaksvík, endaði tað 1-1.
Lutakastið var á Dungasandi í Sørvági eftir dystin millum 07 Vestur og NSÍ. Í hini hálvfinaluni hittast HB og Víkingur. Tá ið hesi bæði hittust í Sarpugerði endaði tað við 2-1 sigri til Víking.
KÍ og HB eiga heimavøll í fyrru hálvfinalunum.
Finalan um løgmanssteypið verður leygardagin 5. september.
Hálvfinalur
Mikudagin 13. mai
KÍ – NSÍ
Hósdagin 14. mai
HB – Víkingur
Mikudagin 24. juni
NSÍ – KÍ
Hósdagin 25. juni
Víkingur - HB











