Liðið hjá Hanusi hevur vunnið sjey dystir á rað

NK Triglav Kranj er seks stig frá øðrum plássinum

Tað gongur væl hjá Hanusi Sørensen og liðfeløgunum í NK Triglav Kranj, ið nú hevur vunnið sjey dystir á rað í næstbestu slovensku fótbóltsdeildini.

 

Í dag var Hanus á vøllinum í 86 minuttir, tá Triglav á útivølli vann greiðan 3-0 sigur á Jesenice. Nermin Hodžić legði Triglav á odda tíðliga í fyrra hálvleiki. Seinasta korterið øktu Edvin Lukacevic og Toni Vinogradac við brotssparki til 2-0 og 3-0.

 

Triglav er triðfremst í deildini við 57 stigum nú fýra dystir eru eftir at leika. Teir hava seks stig upp Grosuplje, ið hevur 63 stig á øðrum plássinum. Nafta er greitt oddalið við 68 stigum. 

 

Skal Triglav fáa møguleikan at spæla dystir um uppflyting til bestu deildina mugu teir vinna seg upp á annað plássið.

 

Komandi mikudag klokkan 17 hevur Triglav dyst á heimavølli móti Jadran Dekani.