KJ-Hydraulik yvirtikið bedingina í Fuglafirði

Viggo Johannesen, sølustjóri hjá KJ-Hydraulik, sigur, at teir fyrst og fremst fara at satsa uppá at gera upphálingar og umvælingar fyri alivinnuna.

Yvirtøka

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo



Við bedingina er ein smiðja, sum er væl egnað til øll tílík arbeiði, eitt nú motorskift.

Bedingin tekur upp allar vanligar útróðrarbátar og eisini smærri trolbátar, og ein stórur partur av arbeiðinum hjá eini slíkari beding er vanligt viðlíkahaldsarbeiði sum botnvask, máling, at skifta sink og at gera smærri umvælingar.


KJ er ein fyritøka við serkunnleika innan hydraulik og maskintøkni. Fyritøkan veitir og serviserar útgerð til fiskiídnaðin, alivinnu á sjógvi og landi, umframt flutningsvinnuna og byggivinnuna. Sum ein av størstu fyritøkunum á maskintekniska økinum í Føroyum, veitir KJ eisini útgerð og tænastur til útlendskar marknaðir, eitt nú til Íslands, Skotlands, Hetlands, Grønlands, Danmarkar og Noregs.

Her er ofta talan um vøru sum ikki kemur heim til Føroya, men verður umpakkað í Danmark og send beinleiðis til kundan haðani. Í løtuni eru starvast umleið 55 fólk hjá KJ Hydraulik.