Tað er sera nógvur vindur sunnan fyri, men eisini norðanfjørðs kann tað gerast harðligt í hvirlunum.
Sambært Landsverk er tað júst nú kolandi stormur um Ørðaskarð og í hvirlunum upp í 38,2 metrar um sekundið.
Á Porkerishálsi er stormur, men hvirlurnar eru nakað lagaligari har, 31,8 metrar um sekundið.
Um Norðadalsskarð blæsir hann eisini frískliga. Har er stormur og heilt upp í 38,4 metrar um sekundið í hvirlunum.
Á Sandoynni er skrið og í hvirlunum upp í 26,6 metrar um sekundið, meðan á Sandavágshálsi er hvassur stormur, men heilt upp í 33,4 metrar um sekundið í hvirlunum.