Kongur: Vit skulu vinna fólksins álit

Fríðrikur kongur boðaði Fólkatinginum frá, at hann vil tæna øllum ríkisfelagsskapinum

Í morgun var trónuskiftið í danska kongaríkinum hátíðarhildið í Fólkatinginum. Har bar danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, boð frá Fríðriki kongi X til Fólkatingið.

 

Sum vant brúkti regenturin orðið »vi« um seg.

 

– Saman við Mary drotning vilja vit legga alla orku í at tæna øllum tí danska kongaríkinum í allari tíðini, okkum verður latin.

 

– Vónin er, at tað fer at lukkast okkum at gera nakað til gagns fyri allan ríkisfelagsskapin og at vinna fólksins álit, vóru boðini frá nýggja konginum.

 

Margretha drotning, sum í gjár legði frá sær eftir 52 ár sum regentur, var eisini í Fólkatinginum til hátíðarhaldið.

 

Forsætisráðharrin takkaði henni fyri arbeiðið, hon hevur gjørt fyri Danmark.