Ein ungur maður gongur nú og stúrir fyri, at hann ikki sleppur at taka koyrikortið tey næstu fimm, seks árini.
Hóast hann ikki hevur havt koyrikort í meiri enn gott og væl tvey ár, er hann longu tikin fleiri ferðir fyri óforsvarliga koyring og fyri at koyra ávirkaður av bæði rúsdrekka og rúsevnum. Fyrst fekk hann koyriforboð fyri at hava koyrt ov skjótt og fyri at hava yvirhála ein bil høgrumegin. Hann var bara so óheppin, at tað var ein politistur, hann yvirhálaði, so hann varð tikin.
Men síðani varð hann tríggjar ferðir upp í slag tikin fyri at koyra við góðari kenning. Ta einu ferðina var hann enntá ávirkaður av bæði rúsdrekka, hassji og amfetemini.
Tá endaði tað eisini galið, tí hann rendi á ein garð. Tá ið løgreglan kom á staðið, royndi hann at billa løgregluni inn, at førarin var rýmdur, men tíverri fyri hann, hevði vitni sæð hann koma bóltandi úr bilinum.
Umframt alt hetta, hevur løgreglan nakrar ferðir funnið smáar nøgdir av rúsevnum uppi á honum.
Ákærin heldur, at her er talan um so nógv lógarbrot, at tað eigur at merkjast og hann leggur upp til, at maðurin ikki skal kunna taka koyrikortið aftur fyrrenn um eini seks ár, umframt at hann skal fáa 7000 krónur í bót og sita í 40 dagar.
Men ákærin helt eisini, at kundi sleppa undan at sita, var hann sinnaður at gera samfelagstænastu.
Tað merkir, at hann skal gera okkurt samfelagsgagnligt arbeiði eitt ávíst tímatal, sum dómarin ásetur, óløntur.
Verjin hevði onki ímóti, at hann gjørdi samfelagsgagnligt arbeiði, men helt annars, at tað var strangt at taka koyrikortið frá honum so leingi.
Víst var á, at maðurin hevði tikið betri partar fyri seg og hevði tikið útbúgving og var nú í ferð við at byggja oman á útbúgvingina.
Sjálvur stúrdi hann eisini mest fyri at klára seg við ongum koyrikortið so leingi.
Akkurát hvørja lagnu hann fær, fæst at vita um nakrar dagar, tá ið dómurin fellur.