Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti at eta tey vælkebdu Kinder-eggini, tí børn og vaksin kunnu verða illa sjúk av tí. Tað er nevninga vandi fyri at fáa salmonella av at eta hesi eggini – og salmonella í sjokulátu er serliga vandamikil, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Tað, ávarað verður ímóti, er:
Kinder Surprise
Nettoinnihald: 20 g
Best fyri: Allar vørur í tíðarskeiðnum 26.06.2022 - 07.10.2022
Kinder Surprise
Nettoinnihald 20g x 3 pakkar
Best fyri: Allar vørur í tíðarskeiðnum 26.06.2022 - 07.10.2022
Kinder Surprise Maxi
Nettoinnihald: 100 g
Best fyri: Allar vørur í tíðarskeiðnum 20.04.2022 - 21.08.2022
Kinder Schokobons
Best fyri: Allar vørur í tíðarskeiðnum 25.05.2022 - 19.08.2022
Kinder Mini Eggs
Best fyri: Allar vørur við "bedst før" datoum áðrenn 21.08.2022
Tað er vandi fyri Salmonella í hesari sjokulátuni, tí tey hava ikki verið nóg nágreinilig við reingerðini á einum virki, sum ger tey.
Sjúkueyðkennini fyri Salmonellu er leyst lív, búkpína, fepur, høvuðpína, men fólk kunnu eisini fáa kvalma og spýggja. Sjúkan kann vara frá fáðum døgum til fleiri vikur. Tey, sum verða illa sjúk, ella tey, sum liggja leingi, eiga at seta seg í samband við lækna.
Tað hendur seg av og á, at salmonella er í sjokulátu, tí salmonellabakteriur eru vanliga í tarmskipanini hjá djórum. Haðani kunnu tey, við mykju ella dálkaðum vatni, enda á kakaoplantuni, sum síðani verða nýtt at gera sjokulátu burturúr. At Salmonella er í sjokulátavørum er serliga vandamikið, tí sjokuláta er so feit, at tað verjir salmonellabakteriurnar frá magasýru í magasekkinum.
Hetta merkir at tað krevst nógv minni av bakterium fyri at verða sjúk, enn í øðrum matvørum. Eisini er hetta ein vøra sum verður marknaðarførd til børn.
Tí eiga fólk ikki at eta hesar vørur, men tær eiga at verða koyrdar í skrell ella lætnar aftur í handilin, haðani tær eru keyptar.