Kyndil er eisini stórsteypavinnari hjá monnum

Kyndil vann eittmálssigur á H71

Mynd: H71

Tað bleiv ein góður dagur hjá Kyndli í ítróttarhøllini á Hálsi. Bæði kvinnuliðið og mansliðið vunnu Lionsbikarið.

 

Í stórsteypadystinum hjá monnum vann Kyndil 24-23 á H71. Í steðginum var Kyndil á odda 13-10. Kyndil var á odda allan seinna hálvleik, men tá 49 minuttir vóru leiktir hevði H71 minkað um munin til 20-21. Tá eydnaðist Kyndli at økja til 24-20. H71 fekk minkað niður í eitt mál, men teir fingu ikki høvið at fara í tað seinasta álopið, ið kundi útloyst eina brotskastskapping.

 

Ovi Lützen var við níggju málum toppskjútti hjá Kyndil. Toppskjútti hjá H71 við fimm málum var Høgni Heinason. 

 

16 ára gamli Boas Ellefsen á Skipagøtu skoraði trý mál fyri H71 í dag, og tað verður spennandi at fylgja honum hetta kappingarárið.

 

HER er dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##

 

Mynd: H71