Lars Løkke Rasmussen, danskur uttanríkisráðharri, og grønlendska uttanríkisráðfrúan, Vivian Motzfeldt, fyrireika seg til fundin við amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio og varaforsetan, J. D. Vance. Eftir fundin tyktist ein lættur stemningur at vera. - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Lættað huglag eftir Grønlandsfund

Øll fundartíðin varð brúkt, sum vísir, at tað slapst undan kollapsinum, sum fleiri høvdu óttast, og okkurt er at tosa um.

Lars Løkke Rasmussen, danskur uttanríkisráðharri, og grønlendska uttanríkisráðfrúan, Vivian Motzfeldt, fyrireika seg til fundin við amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio og varaforsetan, J. D. Vance. Eftir fundin tyktist ein lættur stemningur at vera. - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Tað tykist vera eitt lættað huglag eftir fundin millum Grønland, Danmark og USA í Washington í dag.

Fundurin vardi frá klokkan 10:40 til 11:45 amerikanska tíð, sum var til seinasta minuttin hjá amerikanska varaforsetanum J.D. Vance.

Hetta má síggjast sum eitt tekin um, at fundurin ikki endaði við einum kollapsi, men við meira at byggja víðari á, verður sagt.

Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Ramussen, og grønlendska uttanríkisráðfrúan, Vivian Motzfeldt, hava enn ikki gjørt viðmerkingar til fundin.

Tað verður væntandi á donsku sendistovuni um eina løtu.

Tað vóru tó bæði smíl og sigarettroyking í donsku sendinevndini eftir ein fundin í Washington um Grønland.

Danski uttanríkisráðharrin Lars Løkke Rasmussen, galoppaði so at siga yvir til bilin hjá sær eftir fundin at tendra eina sigarett.

Danski sendiharrin í USA, Jesper Møller Sørensen, heilsaði við nevanum danska ráðharranum.

Vivian Motzfeldt, grønlendska uttanríkisráðfrúan, sum var á fundinum, tendraði eisini eina sigarett aftaná.

Fundurin við amerikanska varaforsetan er komin í lag, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, endurtók sín ynski um ognarrætt til Grønland.

– Bakgrundin fyri fundinum er at fáa alt hetta orðaskiftið inn í eitt fundarhøli, har vit kunnu hyggja hvønn annan í eyguni, og tí havi eg ikki fleiri viðmerkingar, segði Løkke týsdagin eftir fund í uttanríkispolitisku nevndini hjá Fólkatinginum.

Áðrenn fundurin byrjaði, hevði Trump enn ein grønlendskan boðskap á sínum sosiala palli Truth Social. Í einum innleggi skrivaði forsetin, at "NATO skal slóða fyri, at USA kann yvirtaka Grønland".

Hann skrivaði eisini, at tað hevur týdning fyri amerikansku tjóðartrygdina, at USA fær valdið á Grønlandi.

Hesi sjónarmið hevur hann fleiri ferðir sagt, síðani hann tók við sum forseti fyri einum ári síðani.

/Ritzau/