Lættari at út­búgva seg sum heilsu­hjálpari og heilsu­røktari í Havn

Stórur tørvur er á heilsustarvsfólki í Heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu. Tað er tí sera gleðiligt, at tað nú verður lættari at nema sær útbúgving sum heilsuhjálpari og sum heilsurøktari.

Tað skrivar Tórshavnar kommuna:

 

Sum nakað nýtt fer Heilsuskúli Føroya at skipa fyri einum heilsuhjálparaflokki við staðseting í Havn. Freistin at søkja inn á útbúgvingarnar er fríggjadagin 22. mai 2026.

 

Útbúgvingin er ætlað starvsfólkum, sum eru 25 ár ella eldri og hava trý ára arbeiðsroyndir á eldraøkinum. Tey, sum søkja, verða førleikamett og kunnu síðan taka útbúgvingina til heilsuhjálpara uppá 25 vikur. Skeiðið byrjar í august 2026.

 

Harumframt fer skúlin undir ein nýggjan og meira smidligan leist fyri heilsurøktaraútbúgvingina, har lesandi taka skúlaskeiðini, samstundis sum tey eru í starvsvenjing. Hendan útbúgvingin verður lutvíst skipað sum fjarlestur, sum undirvísing í Havn og á Heilsuskúlanum í Suðri.

 

Í hesum sambandi skipaði Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu fyri kunningartiltaki á Boðanesheiminum fyri starvsfólkum, sum eru áhugað í at útbúgva seg og møguliga gera útbúgvingarsáttmála við Tórshavnar kommunu.

 

Stórur áhugi var fyri tiltakinum. Bæði starvsfólk sum ynskja at útbúgva seg til heilsuhjálpara og til heilsurøktara møttu fjølment upp.

 

Umboð fyri Heilsuskúlan greiddu frá útbúgvingunum og vístu, hvussu áhugað kunnu søkja um upptøku. Umsitingin í Heilsu- og umsorganartænastuni greiddi frá mannagongdunum, tá ið útbúgvingarsáttmáli skal gerast.

 

Tórshavnar kommuna hevur sett tvær milliónir krónur av á fíggjarætlanini fyri 2026 til útbúgving av heilsustarvsfólki og er til reiðar at fara undir at gera fleiri útbúgvingarsáttmálar.

 

Freistin at søkja inn á útbúgvingarnar er fríggjadagin 22. mai 2026.