Eftir 4. etapu førur Pauli samanlagt við 4 minuttum og 50 sekund. Á 2. plássi liggur Bergtór Thorsteinsson, og á triðja plássi liggur Kostas Garoflos.
Bergtór koyrdi ein sera góðan Einkultstart í Vágunum, og 2. plássið hjá Bergtór er somuleiðis nokk so trygt, nú bert ein etapa er eftir. Tað eru hálvur fjórði minuttur millum 2. og 3. plássið.
Onki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt, verður tikið til, men spæla Pauli og Bergtór kortini rætt í morgin, so verður hetta allarhelst endaligu plaseringarnar.
Kostas hevur í vikuni barst við at sleppa av við krímið, sum hevur argað síðan 1. etapu. Vinnur hann tann dystin, so er ikki óhugsandi, at samlaða støðan kann broytast.
Súkkling er ikki bara at traðka og venja, tað er eisini taktikkur. Meðan Bergtór er úr súkklufelagnum í Klaksvík, Norðstrok, so venja Pauli og Kostas javnan saman í súkklufelagnum í Eysturoy, Troy. Ynskir Troy at fáa bæði í posa og sekk, so er ikki óhugsandi at finalan í morgin verður koyrd taktiskt. Livst so spyrst.
4. etapa
4. etapa var úr Kambsdali til Runavík, runt Agnið, og síðan til Lamba, og víðari strævnu brekkuna, og víðari til Glyvradal at venda. Leiðin gekk síðan gjøgnum tunnilin til Leirvík. Tað bleiv súkklað runt í Leirvík áðrenn leiðin gekk eftir gamla Leirvíksvegi niðan móti Kambsdali. Her var málið, men fyrst skuldu súkklararnir til Fuglafjørð, niðan Muntrabrekkuna, ella Toftagøtu, og síðan eftir Mirmansvegi, og víðari á mál í Kambsdal.
Tað var aftur sterka trio´in - Pauli Poulsen, Bergtór Thorsteinsson og Kostas Garoflos - sum longu á Gøtueiði, ávegis til Runavík, sum setti dám á kappingina, og sum rættiliga tíðliga í kappingini fóru frá øllum hinum súkklarunum.
Fyri hvønn súkklaðan kilometur øktu teir aftur til Andrass Joensen, Boga Gregersen, Jónatan Gregersen, Regin Thomsen og aðrar.
Ávegis niðan móti Hústoft og Glyvradal gjørdi Pauli eina roynd at sleppa frá Bergtór og Kostas. Royndin eydnaðist, og løtu seinni hevði Pauli ein lítlan minutt aftur til kappingarneytarnar.
- Eg setti tempo tá brekkan niðan til Hústoft byrjaði. Komin heilt niðan úr grótbrotinum, hevði eg umleið 25 sekund aftur til Bergtór og Kostas. Løtu seinni tók eg tíð tá vit vendu við smoltstøðina. Taktikkurin í dag var at fáa eitt hol aftur til teir, og síðan at halda rímuliga høg watt í brekkunum, og har sum tað var rímuliga slætt, segði Pauli eftir kappingina.
Eisini tað eydnaðist, og tá farið var um málstrikuna hevði Pauli vunnið sær ein mun á smáar tríggjar minuttir. Sannførandi sigur, sum saman við góða Einkultstartinum, ger at Pauli nú liggur klárt á odda samanlagt.
Bergtór og Kostas fylgdust líka til fáir metrar vóru á mál. Teir sprintaðu um 2. plássið, og var tað Bergtór sum kom á mál bert 1 sekund frammanfyri Kostas.
Ongin Kaspar og ongin Jaspar, men ein Jónatan
Gekk tað gott hjá unga strandinginum á Sandoynni, so gekk tað enn betur í dag. Hann var á heimavølli í dag, kann ein av røttum siga. Eysturoyggin var karmur um kappingina, og yvir túsund hæddarmetrar, skuldu traðkast. Niðanbrekkur og fjøll, tað er hansara styrki. Fleiri royndu at minka um munin upp til sterku trio´ina. Harímillum Jónatan. Niðan á Gøtueiði. Ongin trupulleiki. Niðan á Hústoft. Eingin trupulleiki. Niðan úr Glyvradali. Eingin trupulleiki.
Ein og ein duttu av, men Jónatan helt tørn. Saman við Andrass Joensen. So tá leiðin gekk niðan eftir gamla Leirvíksvegi, og seinni niðan úr Fuglafirði, so vóru tað bara hesir knassar, sum bardust fyri 4. plássinum. Tann yngsti í kappingini, og tann elsti í kappingini.
Nú vóru bert fáir kilometrar eftir. Brekkan niðan úr Fuglafirði endar ikki fyrr enn ein er á Kambsdali. Niðan, niðan og niðan. Jónatan var á ”heimavølli”, og hetta útnyttaði hann, og fór frá Andrass, tá síðstu hæddarmetrarnir skuldu traðkast, og kom á mál sum 4. maður, í 4. etapu. Sera flott hjá unga strandinginum, sum kom á mál sjey sekund frammanfyri EM vinnarin í Ironman, Andrass Joensen.
Finalan
Í morgin verður 5. og seinasta etapa av Leif Mohr Kring Føroyar súkklað. Samlaði vinnarin skal finnast. Tað verður í høvuðsstaðnum, og verður startur og mál við høvuðsbygningin hjá Leif Mohr, á Hoyvíksvegnum í Havn.
Súkklarar skulu 13 ferð framvið málinum, og tí verður góður møguleiki hjá áskoðarum at fylgja við hvussu leikur fer.
Súkklað verður eftir Hoyvíksvegi, eftir Eystara Ringvegi, Yviri við Strond, niðaneftir Jónas Broncksgøtu, niðan eftir Hoyvíksvegnum, og niðan til Leif Mohr.
Kappingin byrjar klokkan 14, og fyriskipararnir rokna við, at vinnarin koyrur um málstrikuna millum klokkan 15.30 og 16.
Úrslit frá 4. etapu síggjast á leinkjuni niðanfyri:
https://my.raceresult.com/417162/results#0_EDB0BE










