Í heyst kann Havnar Harmonikufelag hátíðarhalda sín 20 ára stovningardag, sum var tann 22. oktobur í 2006. Men longu nú hava harmonikuspælararnir í høvuðsstaðnum nakað at fegnast um á sínum “føðingardagsári”.
Tað byrjaði fyri enn fleiri árum síðani við, at fleiri eldri og musikalsk fólk í Havn hittust við hvør síni harmoniku og onkur við gittara. Fyrst og fremst snúði tað seg um at hugna sær við góðum tónleiki, men við tíðini spurdist felagið burturúr og við tí hópin av tónlistarligum virksemi.
Føroyingar eru glaðir fyri harmonikutónar, og tað merkja tey í Havnar Harmonikufelag, tí ofta eru boð eftir teimum at lívga um og skapa trivnað ymsastaðni. Tað veri seg á røktarheimum sum Boðanesheiminum, Vallalíð ella Tjarnargarði, men eisini aðrastaðni vitja harmonikurnar.
Skapa góðar løtur
Á ólavsøku er fast, at Havnar Harmonikufelag skipar fyri spæli á Vaglinum ella umborð á Westward Ho, og eisini hevur felagið spæl á Bátastevnuni í Vestmanna. Hartil koma eini tvey harmonikutiltøk á Reinsaríinum í Havn og afturvendandi tiltakið “Ein dagur á grynnuni”, har felagið er fastur fúsur.
Nú hevur Havnar Harmonikufelag so fingið eitt herðaklapp fyri sítt íkast til at skapa góðar løtur og seta lív í við harmonikutónleikinum, sum er eitt frítíðarítriv, hesir góðu tónleikarar hugna sær við, og sum teir eru væl kendir fyri í høvuðsstaðnum.
Beint undan undan aðalfundinum hóskvøldið kundi kassameistarin í Havnar Harmonikufelag, Steingrím Abrahamsen, vegna felagið taka ímóti heiðrinum sum “Ársins borgari 2026”, ið Petur Elias Petersen vegna Lions Tórshavn handaði honum.











