Í álitinum eru 76 tilmæli til myndugleikarnar. At fremja øll hesi tilmæli kostar 73 mió. kr. Hesin veruleiki ber í sær, at neyðugt er at raðfesta, hvat vit vilja. Hartil kemur, at onkur av tilmælunum eru sett í verk. Eitt yvirlit, ið vísir ein dagførdan status, er í framløguskrivinum frá landstýriskvinnuni. Tó meti eg, at tað er gott, at tað eru so nógv tilmæli í álitinum, tí tey kunnu nýtast sum eitt hugskotskatalog, ella sum ein visión fyri málpolitikkin í Føroyum.
Málið hevur fleiri endamál
Mál okkara hevur fleiri funktiónir. Tað er ein týdningarmikil mentannarberi, málið er fortreyt fyri øllum samskifti, og málið er okkara samleiki. Tí hevur tað alstóran týdning at orða ein almennan málpolitikk.
Í dag er starvsfólkapolitikkur ein týdningarmikil partur av einum og hvørjum nýmótans arbeiðsplássi. Hetta er ein ásannan av, at skal tað besta fáast burturúr tí vøru ella tænastu, ið virkið/stovnurin gevur, so snýr tað seg ikki bara um at fáa fatur á teimum bestu starvsfólkunum. - Tað snýr seg í eins stóran mun um at megna at halda fast í teimum góðu starvsfólkunum. Tí má arbeiðsgevarin leggja dent á trivnaðin og menningina hjá starvsfólkunum. Nakað á sama hátt, síggi eg endamálið við einum góðum málpolitikki.
Tað er ikki nóg mikið at fáa allar íbúgvarnar í Føroyum at nýta eitt gott mál. Málpolitikkurin má stremba eftir, ikki bert at halda fast í tí góða málinum og málburðinum, men allatíðina leggja tað soleiðis til rættis, at eggja verður til eina menning av málinum. Vit vita, at føroyska fólkið hevur stóran áhuga í málsligum spurningum, og at tað ger sær ómak við at vanda sær um málið. Hesin áhugið hevur stóran týdning, og tí eiga vit at skapa karmar, so áhugin verður hildin við líka og støðugt mentur.
Framtíðaravbjóðingin
Vit kunnu siga, at eitt er tær vanligu gerandisavbjóðingarnar viðvíkjandi málinum, sum altíð vilja vera í einum livandi samfelag. Nakað heilt annað eru framtíðaravbjóðingarnar, sum menningin av tøknini hevur skapa og framvegis skapar. Menningin innan samskiftistøkni hevur verið ovur stór og hevur gingið við rúkandi ferð, og henda gongd sær heldur ikki út til at steðga við bræðið.
Samstundis síggja vit, at ungdómurin tekur alla nýmenning innan samskiftistøkni til sín, so skjótt hon kemur fram. Verður mál okkara ikki ein integreraður partur av hesi menning, bíðar ein risastóra avbjóðing í at tryggja framtíðina hjá máli okkara fyri framman.
Av hesum orsøkum má ein hin fremsta raðfestingin í føroyskum málpolitikki vera at geva børnum okkara og okkara ungu eina breiða og fjølbroytta grund at standa á, við atgongd til øll tey amboð, ið eru til taks innan tilognanina av máli og menningina av føroyska málinum sum heild.
Yvirskipaður málpolitikkur
Løgtingið hevur samtykt, at landstýriskvinnan við kunngerð skal skipa eitt málráð við lóg. Ein nevnd skal setast at endurskoða grundarlagið undir málnevndini og virksemi hennara. Harumframt skal nevndin gera uppskot til lóg. Henda tilgongd er longu byrja.
Viðvíkjandi yvirskipaða málpolitikkinum, mælir landstýriskvinnan til, at eitt av høvuðsendamálinum við málpolitikkinum skal verða, at føroyskt skal kunna nýtast á øllum økjum í samfelagnum. Harumframt skal regluliga metast um, um broytingar eiga at verða framdar, tá tað er neyðugt innan rættskriving, aðrar málsligar reglar og orðafar.
Rættin til mál
Eg vil leggja orðingina í álitinum, at yvirskipaði málpolitikkurin skal tryggja øllum borgarum rættin til mál t.e tjóðarmál, móðurmál og fremmandamál, herundir eisini rættin til teknmál avtrat hesi endamálsorðing.
Hetta, at øll eiga rættin til mál, er eftir mínum tykki eitt tað týdningarmesta í okkara málpolitikki. Ofta fokusera vit sum um hin einasti trupulleikin er hann, at mál okkara ikki eigur sess á øllum rókum. - Eg havi hug at venda hesum á.
Um vit hyggja at øllum teimum í okkara samfelag, sum eru útihýst frá rættinum til mál, td. tey dulu, tey sjónveiku, tey tunghoyrdu, tey lesiveiku ella tey orðblindu. - Sibbarnar í flokkinum, ið vóru settir á aftasta bonk, sum vit øll minnast. Eg hugsi eisini um tey, ið orsaka av sosialum bakstøði ikki eru eins væl fyri, sum flest onnur, at ognað sær mállykilin, ið letur dyrnar upp til málheimin. Hesir bólkar í samfelagnum hava ikki somu møguleikar sum onnur at ogna sær málið, ella fáa gleði av teim óendaligu møguleikum, málið hevur at bjóða borgaranum.
At eiga eitt mál, at vera før/førur fyri at tosa, skriva og lesa, kann sammetast við ein lykil, ið letur dyr upp til gleðina við til dømis at lesa eina góða skaldsøgu, til spenningin við eini góðari krimisøgu, til undranina, tá tú skilir eina yrking.
Størst av øllum er tó, at tá tú dugir at nýta henda mállykil, tá gevur hann atgongd til allan lærdóm í heiminum.
Gransking úr øðrum londum vísir, at sosialt bakstøði og málførleiki, eru altavgerðandi fyri okkara lívsleið. Hvussu vit duga at samskifta í barnagarðinum, hvussu vit klára okkum í fólkaskúlanum, um vit megna at ogna okkum eina miðnámsútbúgving, og um vit fara víðari til hægri lesnað. Gransking vísir eisini, at børn úr miðalklassanum hava ein fyrimun í okkara útbúgvingarskipan av teirri orsøk, at tey hava fingið málið og normarnir við móðurmjólkini. Barnið hjá eini flakakvinnu ella arbeiðsmanni má fyrst læra seg allar hesar førleikar og ikki fyrr enn hesir førleikar eru lærdir, kann barnið byrja at læra pensum.
Vit eiga tí at seta fokus á rættin til mál frá fyrstu ferð vit hitta barnið á dagstovni. Vit eru byrja at granska og gera nakað fyri tey, ið eru lesiveik, og hetta er at gleðast um. Viðvíkjandi sjónveikum og tunghoyrdum fólki, so er tað ikki sjálvsagt, at tey hava rætt til teknmál allastaðni í almenna rúminum. Tey hava ikki sjálvsagdan rætt til at luttaka í okkara fólkaræði. Her hugsi eg t.d. um tulking og teksting av valfundum og valsendingum osfr.
Tí er tað altavgerðandi at sláa fast í okkara málpolitikki, at øll eiga rættin til mál.
Vinnan
Vit eiga at seta krøv til tey, ið selja fartelefonir og til tey, ið senda fremmandar sjónvarpsrásir. Krøvini eiga at vera, at tey seta ávísar upphæddir av til føroyskt mál og orðabøkir á fartelefonirnar og føroyskan tekst á sjónvarpssendingarnar.
Tey, ið vinna nógvan pening við at senda fremmandar rásir í Føroyum áttu eisini at verið við til at fíggja eitt nú føroyskan tekst í barnasendingum og teknifilmum. Undir øllum umstøðum er vert at kanna, um hetta letur seg gera.
Ítøkiliga, so eigur fremsta raðfestingin í málpolitikkinum at vera børn og ung. Vit eiga at raðfesta dagstovnaøkið, tilfar til børn og ung í fjølmiðlunum, og at vit fáa fleiri undirvísingarmiðlar á føroyskum – eisini talgildar, serliga í fólkaskúlanum.
Breið semja
Vit vita at hetta krevur fígging. Nevndin mælir tí til 6 mió. kr. um árið, fyrstu fýra árini. Eg mæli tí til, at allir flokkar seta seg saman og koma ásamt um, hvussu stóra peningaupphædd teir vilja verða við til at seta av komandi fýra árini til málpolitisk átøk.