Løgreglan kannaði skeinkistøði í nátt

Tað vóru ikki nógv fólk í býnum í nátt, tá løgreglan kannaði skeinkistøð

Løgreglan var í nátt á gátt á øllum skeinksitøðum í Havn og í Klaksvík, har hugt var eftir, um øll viðurskifti vóru í lagi. Og tað vóru tey fyri so vítt, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun. Tó so, so maglaði okkurt skelti, sum skal hanga á vegginum á onkrum skeinkistað. Tað hava tey fingið boð um at rætta, og løgreglan fer aftur í kvøld at kanna, um alt tá er í lagi sum tað skal.