Løgreglan steðgaði 100 bilum í Eysturoy

Løgreglan gav bæði bøtur og klipp

Í dag hevur løgreglan verið úti um seg í Eysturoy, har tey hava kannað ferðsluna.

 

Løgreglan sigur, at einir 100 bilar vórðu steðgaðir og í hesum sambandi fingu 12 bilførarar bót fyri at tosa í fartelefom, fyri ikki at hava koyrikort uppi á sær o.s.fr.

 

Og ein bilførari fekk somuleiðis klipp í koyrikortið, tí hann yvirhálaði ein annan bil ólógliga við at tað sperrulinja var á vegnum, og hana mátti hann yvirum fyri at yvirhála.