Lønin hjá stjóranum á Posta komin á tingborð

Landsstýrismaðurin skal nú greiða frá, hví stjórin á Posta fær bonus og løn í hálvt ár fyri at hava sagt seg úr starvi

Tað vakti stóra undran, tá nevndarformaðurin í Posta, Joen Magnus Rasmussen í útvarpinum greiddi frá, at nevndin í Posta hevði valt at geva stjóranum í Posta eitt bonus upp á 200.000 krónur, sum hann ikki hevði rætt til, og løn í eitt hálvt ár, eftir at stjórin sjálvur segði úr starvi eftir 10 mánaðir í starvinum.

Tað er Eirikur í Jákupsstovu, sum vil hava landsstýrismannin at greiða frá hesu, og í hevur hann sett landsstýrismanninum hendan grein 52a fyrispurningin:

1. Hvørjar tankar ger landsstýrismaðurin sær, nú tað er komið fram, at stjórin í Posta skal hava bæði fráfaringarløn og bonus, tá hann sambært nevndarformanninum sjálvur hevur sagt upp, og nevndin harmast um uppsøgnina?

2. Hvussu er støðan í dag við stjórasáttmálum í hvørjum einstakum almennum partafelag, tá tað kemur til bonus-avtalur, uppsagnartreytir og líknandi?

3. Er landsstýrismaðurin nøgdur við støðuna, og um ikki, hvørjar broytingar ætlar hann at gera?

Í viðmerking til fyrispurningin vísir Eirikur í Jákupsstovu á tað, sum er komið fram um treytirnar hjá stjóranum í Posta.

– Hetta er ikki óvanligt, tá fráfaringaravtalur verða gjørdar við stjórar, sum skulu hava møguleika at leggja tilveruna til rættis eftir at hava mist eitt væl lønt starv.

– Í hesum føri hevur nevndarformaðurin í Posta í fjølmiðlum sagt, at nevndin er væl nøgd við arbeiðið, sum stjórin gjørdi, og at tað kom óvart á nevndina, at stjórin segði upp, sigur Eirikur í Jákupsstovu.

– Somuleiðis tykist í hesum føri greitt, at stjórin fær umleið líka nógvar pengar í bonus og fyri sína uppsøgn, sum tann lønin hann hevur arbeitt fyri teir 10 mánaðirnar, sum hann hevur arbeitt fyri Posta.

– Hetta gevur høvið til at seta spurnartekin við stjórasáttmálan, sum hevur verið í hesum føri, umframt allar aðrar stjórasáttmálar í almennum partafeløgum, tí hetta, sum er hent í Posta, er greitt óskiljandi fyri almenningin sigur Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi.