Nú verður Langhylurin í Havn liðugur

Í gjár skrivaðu Tórshavnar kommuna, byggiharri, og J&K Petersen, høvuðsarbeiðstakari, undir avhendingarskjal fyri Langhylin í Gundadali

Komandi vikurnar fer kommunan at gera nýggja økið og hylin kláran til nýtslu.

– Væntandi verður latið upp í viku 45. Nærri kunning kemur um hetta frá Tórshavnar kommunu í næstum, skrivar J&K Petersen.

Langhylurin er bygdur upp í verandi svimjihøll og hevur 10 geilar á 50 metrar, tribunu við nakað yvir 600 áskoðaraplássum, vælveruøki við heitum hylum, gosbaði, hitarúmi, dampbaði og mangt annað.

– J&K Petersen takkar manning og verkætlanarleiðslu fyri teirra megnaravrik í hesi verkætlan, skrivar byggifelagið.

 

##med2##

 

##med3##

##med4##

##med5##

 

 

Eyðbjørn Karbech Mouritsen, verkætlanarleiðari fyri J&K Petersen, og Bergur Rask Olsen, verkætlanarleiðari fyri Tórshavnar kommunu, síggjast á myndini.