Silas hevur skrivað undir nýggjan sáttmála

B36 málverjin verður tann sami tvey tey næstu árini

Silas Eyðsteinsson hevur skrivað undir sáttmála við B36 fyri komandi tvey kappingarárini

 

26 ára gamli málverjin kom úr 07 Vestur í fjør, og við miðvísum arbeiði hevur hann vunnið sær pláss á besta liðnum.

 

Sambært FaroeSoccer fer Silas Eyðsteinsson, sum er føddur 13. februar 1998, í morgin, tá ið B36 fer til Klaksvíkar, fer at spæla fyri 100. ferð í bestu landskappingini.