Mær dámar væl at syngja

Á summarleguni í ár møtti Jógvan Bjarni Juul úr Funningi aftur nógvum av vinmonnum sínum.

Snorri Brend


Vatnsoyrar: - Eg siti beint nú og bíði eftir at tað skal verða okkara tørn at fara á vøllin at spæla dyst.
Ein annar luttakari á summarleguni á Zarepta er 15 ára gamli Jógvan Bjarni Juul úr Funningi.
Hann hevur eisini verið her fleiri ferðir áður, og hann er eins fegin um legurnar hvørja ferð.
- Her er gott at vera, tí ein møtir nýggjum vinum. Og ein sær fleiri aðrar aftur, sum eg havi verið á legu saman við fyrr, sigur hann.

Hoyra um Jesus
Hóast Jógvan Bjarni er einastur úr Funningi á hesi stóru leguni, so leggur hann einki í tað.
Á leguni vóru eisini fleiri aðrir dreingir sum hann hevði sæð fyrr. Teir sótu nakrir og hugdu eftir einum dysti á vøllinum og bíðaðu, tí at teir í dag áttu at spæla tann seinasta dystin.
- Her er gott at vera. Her er stuttligt og so hoyra vit eisini nógv um Jesus. Og í gjárkvøldið blivu fleiri frelst, sigur hann fegin frá.
Honum dámar eisini væl at syngja, og tað fær hann somuleiðis ríkt høvi til á hesi leguni.