Maður deyður eftir álvarsligan harðskap í Nuuk

27 ára gamli maðurin, sum mánadagin varð fluttur á sjúkrahús eftir eina hending í Nuuk, er nú deyður.

Grønlands Politi kannar málið, eftir at ein 27 ára gamal maður er deyður av løstunum, hann fekk í einari hending í Nuuk.

Tað upplýsir Grønlands Politi í tíðindaskrivi.

Hendingin fór fram í Nuussuaq-økinum í grønlendska høvuðsstaðnum. Tá varð maðurin fluttur á sjúkrahús í lívshættisligari støðu.

Tveir menn, 20 og 26 ára gamlir, vórðu tiknir av løgregluni. Dagin eftir varð tann 26 ára gamli framsettur í grundlógaravhoyring og skuldsettur fyri drápsroynd. Dómarin avgjørdi at varðhaldsfongsla hann í fýra vikur.

Løgreglan hevur ikki upplýst, hvussu drápsroyndin skal hava farið fram, ella hvat sambandið er millum persónarnar. Eisini er ógreitt, um skuldsetingin nú verður broytt, eftir at tann 27 ára gamli er deyður.

– Kanningararbeiðið heldur fram, og tí hevur Grønlands Politi ikki viðmerkingar í løtuni, skrivar løgreglan.