Tað verður veruleiki, eftir at felagið hevur vunnið útboðið hjá Landsverki um at veita gassolju til bygningar hjá landinum. Tað skrivar Kringvarpið.
Sambært stjóranum, Tórhalli Thomsen, fær sáttmálin stóran týdning fyri felagið, tí hann ger tað møguligt eisini at veita olju í Suðuroynni.
Sp/f Thomsen hevði bíligasta tilboðið av teimum trimum, sum vóru við í útboðnum. Landsverk upplýsir, at felagið bjóðaði ein prís, sum var 85,2 oyru lægri fyri liturin enn næstbesta tilboðið. Tað fer sambært Landsverki at spara landinum umleið 400.000 til 500.000 krónur um árið.
Veitingin fevnir um umleið 90 bygningar kring landið, sum brúka gassolju. Landsverk metir, at talan verður um umleið 1,5 milliónir litrar um árið, hóast nøgdirnar væntandi fara at minka komandi árini, tá fleiri bygningar leggja um til grønar orkukeldur.
Sp/f Thomsen fór inn á føroyska oljumarknaðin í november í fjør og hevur síðani tikið kappingina upp við Effo og Magn á marknaðinum fyri gassolju.










