Russiska oljureinsiverkið Ilskij í Krasnodar-regiónini varð í dag rakt av einum dronuálopi, sum elvdi til, at eldur kom í verkið.
Tað upplýsa lokalir myndugleikar á boðtænastuni, Telegram, sambært Reuters.
Fyrr í morgun vóru eingin upplýsingar um, hvørt fólk hava fingið løstir í samband við álopið ella ei.
Samstundis, sum oljureinsiverkið í Ilskij í Krasnodar er álopið, arbeiða russisk sløkkiliðsfólk við at sløkkja eldar í russiskum oljugoymslum.
Eldur er nevniliga í einari oljugoymslu, sum liggur við havnalagið í Taganrog havn í russisku Rostov-regiónini.
Tað skrivar russiski guvernørurin í økinum, Jurij Sljusar, á Telegram.
Sambært útlendskum miðlum hava russar í nátt skotið 376 ukrainskar dronur niður, og tað merkir, at nú eru russar rættiliga noyddir at verja seg.










