Talið av staðfestum deyðum eftir herviligu jarðskjálvtarnar, sum raktu Venesuela hin 24. juni, nærkast nú 4000.
Virkandi forseti landsins, Jorge Rodríguez, hevur kunngjørt fyri tjóðartingi landsins, at 3889 fólk eru staðfest deyð.
Talið av løstaðum er 16.740, og talið av heimleysum eftir jarðskjálvtarnar er 17.907.
Tað vóru tveir jarðskjálvtar, sum raktu landið, og hesir vórðu máldir til ávikavist 7,2 og 7,5, sum soleiðis eru teir harðastu síðan ár 1900.
Sambært einari greining, sum granskarar við Oregon State University hava gjørt, eru 58.870 bygningar antin heilt ella partvis oyðilagdir.
Framvegis eru nógv fólk saknað í Venesuela, sum eingin veit um at siga.










