Útimøti í Saksun og Hvalvík sunnudagin

Eftir útimøtið í Hvalvík sunnudagin, sum verður hitt seinna, verður høvi at savnast til hugnaliga samveru, har grillað verður, og øll eru hjartaliga vælkomin

Sunnudagin 12. juli, sum er komandi sunnudag, verður útimøti bæði í Saksun og Hvalvík.

 

- Fyrra møtið verður í Saksun klokkan 14, og síðan verður útimøti aftur í Hvalvík seinnapartin klokkan 16.

 

Hetta siga tey á heimasíðuni hjá Sunda kommunu, og tað er sonevndi útimøtibólkurin, sum kunnar um møtini.

 

Men, her verður ikki bara útimøti.

 

- Eftir møtið í Hvalvík verður høvi at savnast til hugnaliga samveru, har grillað verður, og her eru øll hjartaliga vælkomin.

 

Í útimøtibólkinum gleða tey seg til ein hugnaligan dag við nógvum fólki - bæði til útimøtini og grillingina.