Skála skrivar sáttmála við svia

Framrættaður svenskur álopsspælari fer nú at spæla við Skála

Framrættaður svenskur spælari hevur skrivað undir uppá, at hann tvey tey næstu árini fer at eiga heimavøll undir Mýruhjalla á Skála.

 

Skála Ítróttarfelag skrivar soleiðis í kvøld:

 

Markus Reisi legst aftrat hópinum

 

Skála ÍF og Markus Reisi hava skrivað undir ein tvey ára sáttmála

 

18 ára gamli Markus Reisi er eitt óskrivað blað í føroyskum fótbólti. Hann kom til MB í juni mánað og er skrásettur fyri níggju dystir og fimm mál í ikonisku hvítu og bláu strípunum hjá MB.

 

Markus er úr Svøríki, men hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur í Onglandi. Feløg sum QPR, Crystal Palace og Wycombe Wanderers vóru áhugaði í honum sum akademileikara, so talan er um ein spennandi leikara