HC Keypmannahavn megnaði javnleik móti oddaliðnum

Leivur Mortensen, Pauli Jacobsen, Janus Dam Djurhuus og Jónas G. Djurhuus fingu eitt kærkomið stig

Føroyingaliðið, HC Keypmannahavn hevur higartil staðið seg illa í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið.

 

Men í kvøld megnaði liðið hjá Leivi Mortensen (myndin), Paula Jacobsen, Janusi Dam Djurhuus og Jónasi G. Djurhuus eitt framúr gott úrslit.

 

Oddaliðið, Skive var á vitjan í Bavnehøj høllini, og megnaði HC Keypmannahavn ein flottan javnleik. Dysturin endaði 30-30. Í steðginum var Skive á odda 17-14.

 

Leivur og Janus skutu trý mál hvør, og Jónas skoraði eitt mál.

 

HC Keypmannhavn er framvegis aftast í deildini, men nú við trimum stigum fyri tríggjar javnleikir. HC Keypmannahavn hevur tapt 10 dystir.

 

Leygardagin 6. desember klokkan 14 hevur HC Keypmannahavn aftur dyst á heimavølli. Hesaferð verður tað Aarhus, ið kemur á vitjan.