Maria og liðfelagarnir vunnu stórsigur á útivølli

Í næstbestu donsku hondbóltsdeildini vóru tvey føroyingalið fyri tapi

Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Keypmannahavn spældu í dag dyst á útivølli móti EH Aalborg í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Dysturin í Skansen høllini í Nørresundby endaði við stórsigri 34-21 til Keypmannahavn. Heimaliðið var væl við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Keypmannahavn á odda 17-14. Seinna hálvleiki vann útiliðið 17-7, og harvið dystin 34-21.

 

Maria skoraði trý mál upp á fimm málroyndir. Hon legði upp til tvey mál, og vann eisini liðnum eitt brotskast.

 

Keypmannahavn hevur fýra stig fyri tríggjar dystir.

 

Í næstbestu deildini vóru Silja G. Eystberg, Lív og Vár B. Zachariasen fyri einum skelkandi tapi á heimavølli.

 

Ajax hevði eina risastóra favorittstøðu undan dystinum í Bavnehøj Arena móti SIK Viborg. Men liðið úr Viborg vann dystin 23-22. Útiliðið skoraði sigursmálið 10 sekund undan dystarenda.

 

Lív skoraði fýra mál og var saman við Isabellu Jensen næstbesti málskjúttin hjá Ajax.  Silja var noterað fyri eitt mál. 

 

Ajax hevur tvey stig fyri tveir dystir.

 

Rannvá Olsen og liðfelagarnir í Ejstrup/Hærvejen taptu fríggjakvøldið greitt á útivølli 26-33 (15-16) fyri Fredericia. Rannvá var noterað fyri eitt mál.

 

Ejstrup hevur framvegis fyrsta stigið til góðar aftaná tveir dystir.