Nú verða nýggir mátarar og nýggj útgerð sett upp, so tunnilsfelagið kann fáa neyvari vitan um, hvaðani vætan stavar, og hvussu luftskipanin ávirkar viðurskiftini.
Men hóast nýggju átøkini kunnu geva eitt betri grundarlag, er langt frá vist, at trupulleikin kann fáast heilt burtur. Tað sigur Uni Danielsen, sum hevur dagligu umsitingina av Sandoyartunlinum.
Í Sosialinum greiðir hann frá, hvat higartil er roynt, hví vanlig nýtsla av viftunum ikki er nóg mikið og hvørji atlit mugu takast, tá ið arbeitt verður við einari loysn.
##med2##
Les alla frágreiðingina í Sosialinum hetta vikuskiftið.
Sosialurin fæst í leysasølu kring landið, og haldarar kunnu eisini lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.












