Martin fekk 800 bøkur frá Peturi

Landsbókasavnið hevur fingið stórfingna bókagávu fyri fleiri hundraðtúsund krónur frá Norðurlandahúsinum

Landsbókasavnið hevur fingið stórfingna bókagávu frá Norðurlandahúsinum.

Tað er nakað síðan bøkurnar vóru lætnar Landsbókasavninum.

Av tí sama eru tær longu skrásettar og eru til láns hjá teimum, sum vilja.

Men formliga varð bókagávan handað á samkomu á Landsbókasavninum seinnapartin týsdagin.

Og stjórin í Norðurlandahúsinum hevði ein bókakassa við sær, at handa landsbókavørðinum symbolskt.

Tilsamans er talan um einar 800 bøkur, sum Landsbókasavnið fekk frá Norðurlandahúsinum.

Talan er um bøkur, sum eru komnar út í Noregi seinastu árini.

Talan er um rættiligan fong, tí m.a. er talan um nógvar bøkur, sum ikki áður eru týddar til norðurlendskt mál.

Men bøkurnar eru eisini áhuaverdar á annan hátt. Eitt vóru allar bøkurnar hjá Shakeseare uppií gávuni.

Talan er um nógvar bøkur, sum bókasavnið ongan møguleika hevði havt at ogna sær annars. Tí er tað sera kærkomið, at Norðurlandahúsið hevur sýnt Landsbókasavninum hendan heiður.

Norðurlandahúsið hevur latið landsbókasavninum gávuna í sambandi við, at tað verður norðurlendsk bókasavnsvika í næstu viku.

Men Landsbókasavnið fer ikki at gera nakað serligt burturúr bókasavnsvikuni, tí tað er so arbeiðskrevjandi, at tað hava tey ikki orku til. Hinvegin verður kanska meiri gjørt burturúr norðurlendskum bókmentum javnt alt árið, enn í øðrum norðurlondum.