Martin Klein Joensen skoraði í fjør 16 mál fyri Víking í landskappingini. Eftir kappingarenda skifti hann til næstbestu deildina í Íslandi til Njarðvík. Nú er sáttmálin uppsagdur og bolt.fo skrivar, at áleyparin er á veg aftur til Víking.
Víkingur hevur annars keypt ein spælara í hansara stað. Tað er U21-landsliðsáleyparin Jørgen Nielsen, sum er komin úr B68. Hann er tó skaddur í løtuni við einum brotnum beini í fótinum.
Víkingur spælir leygardagin móti 07 Vestur í 1. umfari í Betri deildini hjá monnum.