Menn hittast eitt vikuskifti

9. til 11. september verður manslegan hjá Heimamissiónini aftur á skránni. Evnið í ár er ‘Menn, sum tæna Kristi’.

Hetta er triðja árið á rað at manslega í Leguhúsinum í Nesvík. Hetta er eitt sera spennandi, øðrvísi og gevandi tiltak, sum undanfarnu luttakarar hava dámt sera væl. Á leguni eru menn í øllum aldri saman bæði um tað sosiala og tað andliga. Nógv tiltøk eru á skránni, bæði fyrilestrar, sangur, bøn og virksemi, sum menn annars elska at fáast við.


Menn, sum tæna Kristi

Tað verður Símun P. Jacobsen, prestur, sum fer at hava tveir fyrilestrar á mansleguni. Ljóskastarin verður settur á mannin sum tænara, bæði í familjuni, í kirkjuliðnum og í samfelagnum. Í ár er evnið ‘Menn, sum tæna Kristi’.

Símun fer at undirvísa í tveimum tímum. Tann fyrri eitur ‘Eg, sum tæni konu og børnum’, og tann næsti eitur ‘Eg, sum tæni í kirkjuliðnum og í samfelagnum’.

Tann triðja fyrilesturin á mansleguni fer ein kvinna at hava, nevniliga Marjan Nielsen, barna- og familjuráðgevi hjá Heimamissiónini. Hon skal hava ein fyrilestur við heitinum ‘Menn tæna børnunum’.

– Generelt í samfelagnum og í kirkjuni síggja børn lítið til mannligar fyrimyndir. Og hvønn skulu dreingirnir hava sum fyrimynd? Tað er lítið av mannfólki við í barnaarbeiðinum, og hetta er ein trupulleiki, sum vit mugu konfronterast við. Tað eru ikki kvinnurnar, sum hava skyldina. Tað er eisini okkara ábyrgd sum menn at vera fyrimyndir fyri børnunum, og har hava vit ofta verið ábyrgdarleysir. Tí má tað takast upp, sigur Heri Kjærbo frá Heimamissiónini.

Á mansleguni er annars nógv annað á skránni enn fyrilestrar. Har er millum annað ítriv av ymiskum slag, so sum ein fiskitúrur, gongutúrur, fótbóltur, tónleikur, sangur og annað. Eisini er festkvøld, har tað bæði verður álvari og gaman. Og góður matur.