Mikkjal Thomassen til EB/Streym

Sosialurin skrivaði í dagsins blað, at tað eftir øllum at døma bert vantaði sjálv undirskriftin fyri at Mikkjal Thomassen var EB/Streymaleikari. Høvuðspersónurin sjálvur ynksti tó ikki at gera viðmerkingar til hetta við blaðið, men í kvøld verða tíðindini endaliga váttað.

Umvegis almennu heimasíðu felagsins boðar EB/Streymur frá, at Mikkjal Thomassen hevur skrivað undir sáttmála, sum knýtir hann at felagnum komandi kappingarár.

 

Mikkjal Thomassen, ið seinastu árini hevur spælt við B36, er fjórði leikarin, sum EB/Streymur hevur knýtt at hópi sínum síðani teir fingu silvurkrónurnar hongdar um hálsin á seinasta leikdegi í ár. Hinir eru Høgni Zachariassen úr ÍF, Fróði Clementsen úr AB og Levi Hanssen úr Skála.