Minningarorð um Kjølv Egeland Fyrrverandi norskur mentamálaráðharri

Havi nústani frætt, at fyrrverandi norski mentamálaráðharrin Kjølv Egeland er deyður 30. desember 1999.

Við honum er ein góður vinur og Føroyavinur farin.

Hann var ættaður úr Haugesund, men starv sítt hevði hann í Stavanger. Hann var skúlamaður burturav og nógv ár studentaskúlarektari.

Kjølv Egeland hevði stóran áhuga fyri mentan og var sera virkin í tí sum nevnt var Distrikts Norge, ið stríddist fyri, at ikki alt mentunarvirksemi miðsavnaðist í Olso, men fevndi um alt landið, og hevur hetta eydnast sera væl.

Virkin var hann eisini í politikki í arbeiðaraflokkinum, og endaði hann sum ráðharri í kirkju-, kenslu- og mentamálum, ið tá var nógv størsta ráðharrastovan í Noreg.

Sjálvur kom eg at kenna Kjølv Egeland á ráðharrafundi í Kungälv í Svøríki í januar 1976, har støða skuldi takast til, um Norðurlandahús skuldi byggjast í Føroyum.

Tað er eingin loyna, at ivi var um málið, bæði í Føroyum og í Norðanlondum, og var norska embætisverkið kanska tað mest ivasama.

Tað vísti seg tó á fundinum, at flestu ráðharrarnir vóru fyri, og tók Noreg eisini undir við at byggjast skuldi, og virkaði við fullum huga fyri at fremja ætlanina. Eg veit, at tað gleddi Kjølv Egeland nógv, at hann sum formaður fyri norðurlensku mentamálaráðharrunum fekk høvi at handa virðislønirnar, tá arkitektakappingin var lokin.

Tá Noreg skuldi velja lim í stýrið fyri Norðurlandahúsið var Kjølv Egeland farin frá sum ráðharri, og hann varð valdur sum fyrsti norðmaður.

Kjølv Egeland var maður, ið av heilum huga fór undir tað, ið honum varð litið upp í hendur, og soleiðis var eisini her. Kunnleikin hann hevði fingið bæði sum ráðharri og í tí at spjaða mentaninna innanlands, kom Norðurlandahúsinum tilgóðar. Ansast skuldi eftir, at húsið ikki varð ov fínmentað, men sanniliga eisini, at tað ikki gjørdist eitt vanligt samkomuhús. ?Kvalitet fremfor kvantitet?, var hann mangan vanur at siga.

Kjølv Egeland var góður pianistur og gleddi tað hann nógv, at stóri salurin, ið var serliga ætlaður til tónleik, royndist væl.

Hesi árini hann var í stýrinum fekk hann serligan tokka til Føroyar, og gleddi hann seg til hvønn stýrisfund, ið hildin varð her. Hann var vanur at siga, hálvavegna í skemti, at hann kundi hugsa sær at liva síni seinastu ár her.

Ein sannur heiðursmaður er farin, og lýsi eg frið yvir minni hansara.


Dánjal Pauli Danielsen