Húsið í Klaksvík søkir tvey nýggj starvsfólk

Ungdómshúsið Húsið í Klaksvík leitar eftir tveimum nýggjum starvsfólkum til sítt virksemi.

Talan er um tvey parttíðarstørv á ávikavist 20 og 25 tímar um vikuna. Arbeiðið fevnir um at vera saman við teimum ungu, fyriskipa virksemi og røkja ymiskar praktiskar uppgávur í og kring húsið.

 

Í lýsingini verður dentur lagdur á, at umsøkjarar skulu hava áhuga fyri ungum, duga at samstarva og taka sjálvstøðugar avgerðir. Samstundis verður væntað, at tey eru initiativrík og ikki smæðast við at taka í eitt tak, tá tørvur er á tí.

 

– Um vit sjálvi skulu siga tað, so er hetta eitt deiligt arbeiðspláss, har fáir dagar eru eins. Vit hava ein góðan starvsfólkahóp, sum ger nógv burtur úr at hjálpa hvørjum øðrum og at hava tað stuttligt saman við teimum ungu og starvsfeløgunum, skrivar Klaksvíkar kommuna í starvslýsingini.

 

Arbeiðstíðin er serliga seinnapartar, kvøld og aðruhvørja viku í vikuskiftinum.

 

Umsóknarfreistin er 27. juli, og størvini verða sett frá 1. september 2026, ella eftir nærri avtalu.