Myndir: Bókaframløga og konsert á jóansøku í Vági

Jóansøkan 2026 í Vági er farin framvið.

 

Skráin var rúgvusmikil, og ongum nýttist at keða seg. Eisini spældi veðrið væl við, og var av tí fagrasta meginpartin av jóansøkudøgunum.

 

Millum tiltøkini á jóansøku 2026 vóru jóansøkukonsert, og eisini nakað so forkunnugt, sum ein bókaframløga. Bókaframløgur eru ikki so ofta í útjaðaranum.

 

Bólkarnir á Jóansøkukonsertini í ár vóru Hvarv, Anfinn & Co og Páll Finnur Páll.

 

Tað var Óli Holm, ið fríggjadagin á jóansøku legði bókina "Far vestur á Eiðið" fram. Har lýsir hann fyrstu 100 árini hjá VB. Sjálvur hevur Óli Holm verið virkin í felagnum, bæði sum spælari og á annan hátt, og við sær til framløguna hevði hann Robert McBirnie, tónleikara, ið saman við Óla eisini leikti við VB.

 

Robert spældi nøkur løg, meðan fólk byrjaðu at savnast í hølunum hjá Biskupskeldu í Vági.

 

Óli las úr bókini, og saman sungu Óli og Robert. Robert undirhelt eisini við minnum frá tíðini sum leikari í VB, og fór hetta framfyri fullsettum hølum.  

 

Eftir framløguna av bókini høvdu fólk møguleika at ogna sær signerað eintak av bókini.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##