?Ein regla um dagin má vera nokk? er heitið á nýggjum filmi, har Katrin Ottarsdóttir borðreiðir við gloypibitum av listamanninum Tóroddi Poulsen Filmsrøðin hjá Katrin Ottarsdóttir um føroysk listafólk og teirra skapanartørv heldur nú fram. Annar filmurin í røðini av trimum er nú á veg, og hevur virkna filmskvinnan hesuferð vent upptøkutólinum móti yrkjaranum og listamanninum Tóroddi Poulsen.
Sermerkti listamaðurin letur ikki hvønn sum helst sleppa inn i sín heim. Og innkomin mátti Katrin Ottarsdóttir sanna, at tað var ávíst, hon mátti lata sær lynda
- At vera saman við Tóroddi merkir, at tú mást sættast við, at her gongur tíðin við tí ferð, sum Tóroddur heldur, at hon skal ganga við. Ikki skjótt, ikki seint, men ?Tóroddurskt?, sigur Katrin Ottarsdóttir og leggur afturat.
- Tóroddur veit, nær hann hevur givið tær eina hóskandi dosis. Og hann er ikki oyðslutur. Ofta fært tú onki. Og so allíkavæl ...! Lurtar tú væl, er tað altíð hatta ?Tóroddurska?, og tað eru hesar gloypibitar, sum eg fegin vil geva øðrum lut í, sigur Katrin Ottarsdóttir í sambandi við, at filmurin nú er á veg.
?Ein regla um dagin má vera nokk? er annað portrettið av trimum hjá Katrini Ottarsdóttir av føroyskum listafólkum. Tað fyrsta var um myndahøggaran Hans Paula Olsen í filminum ?Ongin kann gera tað perfekta?, meðan tað triðja verður um rithøvundan Jóannes Nielsen. Tann filmurin er longu í gerð.
Filmurin um Tóroddur Poulsen verður frumsýndur á Bryggjuni 17. og 18. september klokkan 20, har høvi eisini verður at hitta Katrin Ottarsdóttir til eitt prát um filmin.
Tað er Blue Bird Film, ið hevur framleitt filmin.