Nú kann drotningin bara koma

Hoyvík: Klokkan var 11 stundisliga, tá Hennara Hátign Margreta Drotning og Hansara Kongliga Tign Prinsgemalurin, trinu inn í forkirkjuna í Hoyvíkar kirkju í gjár. Alt var gjørt til reiðar til hesa hátíðargudstænastuna. Her verður greitt frá nøkrum av fyrireikingunum til gudstænastuna og borðhaldið aftaná. Aftanfyri hetta liggur ein drúgv fyrireiking, sum hevur vart í fleiri mánaðir.

Tað eru longu farnir fleiri mánaðir síðani, at tíðindini komu út um ætlaðu drotningavitjanina í summar.

Frá almennari síðu var beinanvegin farið undir at leggja tær stóru linjurnar fyri vitjanina, soleiðis at alt kundu ganga so gott sum til ber. Og soleiðis, at ynskini hjá bæði gestum og vertum kundi fremjast á bestan hátt.

Men tað eru kortini ikki bert tær stóru linjurnar, ið gera eina slíka vitjan væleydnaða. Tær smáu linjurnar skulu eisini við. Millum tey sum formaðu hesar, var kirkjuráðið í Hoyvíkar kirkju, umframt ein hópur av øðrum fólkum sum hava givið sítt íkast til vitjanina her fyrrapartin í gjár.

Ein slík vitjan verður ikki skapt eftir einari løtu, og tí er neyðugt at ein beinanvegin fer undir tær størru og tyngru fyrireikingarnar. Soleiðis varð eisini gjørt her, bæði innanveggja og uttandura.

Uttandura var fyrst og fremst miðað eftir, at økið kring kirkjuna var so snøgt og reint sum hóskar til eina slíka vitjan. Her hevur verið arbeitt við at snøgga uttanfyri, til tað sum einaferð skal gerast eitt torg frammanfyri kirkjuna.

Fyri at lætta um hjá bilførarum vóru nú umsíðir málaðar tær hvítu strikurnar niður á parkeringsøkið, soleiðis at nú er eingin ivi um, hvat bilarnir skulu standa og hvar trappurnar eru.

Veðrið í Føroyum er jú skiftandi, og tí varð neyðugt í síni tíð at seta upp eina fyribils vindverju úr timbri til teirra, ið skuldu í kirkju ein ódnardag. Vit hava vitað alt um, hvussu ein fyribilsloysn so líðandi gerst ein endalig loysn, men soleiðis er ikki við Hoyvíkar kirkju.

“I dagens anledning” var tann rætta vindverjan sett upp. Lítið er at ivast í, at henda verður endalig, tí hon er gjørd úr góðum stáli.


Hitameistari

Latum okkum síðani fara ein túr innar í kirkjuna. Sumt sum her er gjørt, sæst við berum eygum. Meðan sumt, sum eisini er gjørt, ikki sæst eins væl.

Fyrr í ár var gólvið inni í kirkjuni oljerað, og fyri sløkum mánaði síðani var høvuðsreingerð framd í kirkjuni. Nógv síggja ikki hetta megnarverk, men høvdu uttan iva sæð tað, um tað ikki hevði verið gjørt.

Í kjallaranum var eisini nógv fyrireikað frammanundan. Kirkjuráðið hevur havt sínar regluligu fundir seinasta hálva árið, har drotningavitjanin hevur verið eitt av mongum punktum á fundarskránni.

Hósdagin og fríggjadagin var aftur kirkjuráðsfundur, um enn ikki tey nógvu pappírini vóru á borðinum. Nú skuldi heldur brettast upp um ermar, fyri at gera tær seinastu fyrireikingarnar til hátíðarligu vitjanina: Borð vórðu sett upp, alt varð ruddað og snøggað og tryggjað varð, at alt tað tekniska riggaði.

Ein onnur fyrireiking var tann hjá kirkjutænarunum, sum allir høvdu fingið sína uppgávu: Ein skuldi vera deknur, ein annar klokkari, meðan hinir skuldu á ymiskan hátt geva sítt íkast til, at alt gekk sum eftir ánni, nú so hátignaðarligir gestir komu til gudstænastu.

Onkur annar skuldi hjálpa fólki til rættis í kirkjuni. Onkur skuldi halda skil á hitaskipanini, tí um tað gjørdist ov heitt inni í kirkjuni, skuldi heldur kuldi enn hiti blásast inn í stóra kirkjurúmið. Onkur hevði bert fingið eina minni, men ikki minst týðandi uppgávu: At tryggja at mikrofonin í kjallaranum riggaði, tá bispur skuldi halda talu í sambandi við borðhaldið í kjallaranum.

Nú var bert eftir at bíða eftir at alt skuldi byrja.


Battarí just in case

Men sum altíð er: Tá alt gongur gott, gongur okkurt galið. Deknurin hevur brádliga funnið út av, at ov lítið battarí er á mikrofon hansara, nú bert 15 minuttir vóru eftir, til gudstænastan skuldi byrja.

Hann hevði tjekkað tað av beint frammanundan, og tá var nóg mikið av streymi á, men nú ið mikrofonin skuldi nýtast, var spurningurin um battarí’ið hevði nóg nógva styrki til alla gudstænastuna. Tíbetur fyri hann, drotningahjúnini og gudstænastuna annars hevði ein annar kirkjutænari verið so hyggin at stinga tvey battarí’ir í lumman til gudstænastuna - just in case.

Eisini teir hjá Kringvarpinum hava gjørt sínar fyrireikingar. Sjónvarpið var einasti miðil, sum sleppur at avmynda gudstænastuna. Teir hava sínar mannagongdir og sínar tøkniligu avbjóðingar til eitt slíkt høvi, og tí ráddi um at vera í góðari tíð, soleiðis at einki kiks bleiv í upptøkuni.

Her var einki at bíða við, og longu kvøldið fyri vóru allir leidningar drignir út og gjørdir klárir, samstundis sum upptøkutólini vóru roynd. Og mín sann, um ikki ein frá útvarpinum eisini hevði gjørt sínar fyrireikingar. Nei, útvarpslurtararnir skuldi heldur ikki vera við sviðusoð, nú so hábærsligir gestir eru í kirkju.


Tomatsalsa

Liðin eru fimm ár síðani at Margretha drotning legði grundarsteinin til Hoyvíkar kirkju. Tí vildi kirkjuráðið eisini vísa henni ein serligan heiður, og tí varð skipað soleiðis fyri, at ein góður biti var til kongaligu gestirnar og onnur innboðin.

Henda máltíðin var eisini fyrireikað í góðari tíð frammanundan. Kendi og góði kokkurin Oddvør hevur í longri tíð arbeitt við at borðreiða og pynta alt so væl sum gjørligt.

Hon hevði lagt eina sera spennandi og fjølbroytta matskrá til rættis, sum tað tók sína tíð at rigga til: Talan var um ein borðisk við royktum laksi við smørdampaðum leyki í sinnops/balsamico dressing; ovndampaðum toski, sitrónrómaosti og tomatsalsa; og smørstoktum lambsháryggi á broysknari salat.

Umframt hetta hevði hon eisini ómakað sær at bakað breyð til høvið og haraftrat borðreiða við hvítvíni av slagnum Poully Fumé og ísvatni. Og omaná borðreiddi hon við kaffi og rabarbutriflu.

Tað vóru kortini ikki bert teir innbodnu gestirnir sum fingu ein góðan bita. Hugsað varð sjálvandi eisini um teir bilførararnar, sum koyra kongaliga fylgið. Longur inni í kjallaranum var eitt borð sett upp til teirra. Um nakar spyr um, teir mundu fáa restirnar frá tí fínara selskapinum, so er svarið avgjørt nei.

Her var eingin munur gjørdur á høgum og lágum.


Kryddrað framførsla

Tann tónleikaligi parturin av fyrireikingini hevur heldur ikki ligið eftir til eina slíka vitjan.

Fasti urguleikarin við kirkjuna, Oddvør Johansen hevði til høvið latið sessin til Gudmund Mortensen, ið er starvsfelagi hennara í Dómkirkjuni. Heldur ikki hansara fyrireiking lá eftir.

Hann hevur í serligan mun vant løgini til sálmarnar. Men urguleikarum so líkt, vilja teir fegnir kryddra framførsluna við góðum forspælum til hvønn einstakan sang. Soleiðis fekk kirkjufólkið eisini nakað til oyrað undan hvørjum sálmi.

Umframt hetta hevði hann eisini fingið Kenneth Jones at spæla saman við sær til sálmarnar, og til postludium’ið “The Prince of Denmark’s March” eftir Jeremiah Clarke. Her var eingin slingur í valsinum.

Tað var tað heldur ikki hjá sangarunum, sum Gudmund hevði aftrat sær til at stuðla sálmasangin. Hesir skuldu eisini fyrireikast til sína uppgávu, og tí møttu teir í góðari tíð áðrenn, bæði fyri at venja løgini og aftursvarini í gudstænastuni.

Drotningahjúnini fingu haraftrat høvið at hoyra góðan føroyskan kórtónleik, tá kórið Tarira framførdi bæði præludium og eina motett undir gudstænastuni. Slíkar framførslur verða ikki gjørdar eftir einum degi, og her lógu eisini nógvir venjingartímar aftanfyri.

Jú, fyri kongaligu gestirnar, kirkjufólkið og hyggjararnar hjá sjónvarpinum var talan eisini um eina tónlistarliga uppliving.


Signing

Síðst men ikki minst var bispur, Jógvan Fríðriksson eisini í fokus, saman við dómpróstinum, Una Næs.

Uni skuldi fyrireika seg til tann liturgiska partin, meðan bispur skuldi fyrireika seg til eina prædiku á føroyskum fyri hábornu gestunum.

Hann hevði fyrst skrivað prædikuna á føroyskum, men fyri at drotningahjúnini skuldu fáa hvørt orð við, var prædikan síðani umsett til danskt og latin teimum í prentaðari útgávu.

Men eingin prædika og eingin gudstænasta, hvørki vanlig ella hátíðarlig, verður til nakra signing uttan at alt er lagt fram fyri Gud í bøn.

Stutt frammanundan gudstænastuni møttust prestarnir og onnur til eina styttri bønarløtu inni í kirkjukontórinum. Ein løta í álvarsemi og kvirru, áðrenn henda hátíðargudstænastan kundi byrja.

Klokkan er nærum vorðin 11. Onkur kemur inn og sigur, at nú er bert hálvur minuttur til drotningahjúnini eru í kirkjutúninum.

Og rætt sum klokkan var 11, fór kirkjuklokkan at ringja. Hátíðargudstænastan byrjar just in time.

Restin er søga!



fyri seg


citat


“Tá alt gongur gott, gongur okkurt galið. Deknurin hevur brádliga funnið út av, at ov lítið battarí er á mikrofon hansara, nú bert 15 minuttir vóru eftir



citat

“Stutt frammanundan gudstænastuni møttust prestarnir og onnur til eina styttri bønarløtu inni í kirkjukontórinum. Ein løta í álvarsemi og kvirru, áðrenn henda hátíðargudstænastan kundi byrja