Tað var Ørvur, sum vann lutfalsliga sannførandi sigur, tá ið 8-mannaførini kappaðust á vestanstevnu í Miðvági í dag. Ørvur legði seg skjótt á odda. Saman við honum vóru Heiðabáturin og Gullbrandur.
Heiðabáturin var drúgvari í dag, enn hann hevur verið undanfarnu ferðirnar, men í kappingini um næstfremsta plássið var hann akkurát ov stuttur, tí Gullbrandur hevði reingina undan.
Eingin ivi var um, at Ørvur vann, og sigurin ber við sær, at bæði Ørvur og Gullbrandur hava 32 stig í FM kappingini.
Sum tað varð nevnt fyrr í dag, so er ein brúðgommur umborð á Ørvi. Tað er Niels Áki Mørk, sum var vígdur klokkan 12 Jóhonnu Reinert Ørvarodd, sum er kappróðrarfólk og er í brúðarkjóla í Miðvági og nú heilsaði manninum, tá ið hann steig í land.
Alt hevur gingið upp á stás – bæði so og so – og tað sær út til at brúðarparið við gullkrónu verður í B36 húsinum klokkan 18, tá ið gestirnir eru bodnir at møta.
| 1 | Ørvur (HR) | 04:23.03 | +00.00 | 7 | ||
| 2 | Gullbrandur (ÍF) | 04:24.35 | +01.64 | 6 | ||
| 3 | Heiðabáturin (NSÍ) | 04:25.05 | +02.04 | 5 | ||
| 4 | Kvívíkingur (KSR) | 04:33.20 | +10.34 | 4 | ||
| 5 | Sørvingur (SR) | 04:36.07 | +13.08 | 3 | ||
| 6 | Argjabáturin (AR) | 04:36.09 | +13.12 | 2 | ||
| 7 | Gøtu Tróndur (TIND) | 04:37.23 | +14.40 | 1 |
| 1 | Ørvur (HR) | 5 | 32 | ||
| 2 | Gullbrandur (ÍF) | 5 | 32 | ||
| 3 | Heiðabáturin (NSÍ) | 5 | 25 | ||
| 4 | Kvívíkingur (KSR) | 5 | 21 | ||
| 5 | Argjabáturin (AR) | 5 | 12 | ||
| 6 | Gøtu Tróndur (TIND) | 5 | 10 | ||
| 7 | Sørvingur (SR) | 5 | 8 | ||
| 8 | Tórsbáturin (HR) | 2 | 0 |
rsf.fo











