Norski kongurin liggur lágt - NRK droppar sending

NRK hevur eitt nú tikið kvøldarsendingina "Debatten" av skránni, og hetta váttar tíðindaleiðarin

Í samband við heilsustøðuna hjá 89 ára gamla, Haraldi, kongi í Noregi, hevur norska kringvarpið gjørt broytingar í sendiskránni í kvøld.

 

NRK hevur eitt nú tikið kvøldarsendingina "Debatten" av skránni, og hetta váttar leiðarin á deildini, Sofie Gran Aspunvik.

 

Hon sigur, at sendingin "Debatten" verður ikki send, tí NRK vil hava møguleikan at senda leypandi tíðindi út yvir kvøldið.

 

- Hetta er ein samlað meting út frá støðuni, soleiðis sum hon er beint nú, sigur hon.

 

Í dag kunngjørdi norska kongsslottið, at støðan hjá Haraldi, kongi, sum er innlagdur á norska ríkissjúkrahúsinum, er ógvuliga álvarslig.

 

- Vit fara leypandi at bera tíðindi, sum eru knýtt at heilsustøðuni hjá kongi, sigur Sofie Gran Aspunvik.