Lítliskúli, sum er frískúli og frítíðarskúli í Havn, læt á fyrsta sinni dyrnar upp 15. august í 2016. Tá byrjaðu 25 børn í forskúla og 1., 2. og 3. flokki.
Síðani er næmingatalið vaksið, starvsfólkahópurin vorðin størri, og karmarnir eru broyttir. Grundarlagið undir skúlanum er tó hitt sama, og í hvørjum flokki eru í mesta lagi 16 næmingar.
Lítliskúli hevur millum annað útiskúladag hvørja viku og fimm evnisvikur um árið. Næmingarnir fáa mat hvønn dag, og kvirra og morgunsangur eru eisini fastir tættir í skúladegnum.
Tíggju ára føðingardagurin verður hátíðarhildin við almennari móttøku á Hoyvíksvegi 56B fríggjadagin 28. august frá klokkan 14 til 16.
Á skránni verða tónleikaframførslur, kórsangur, felagssangur, bál og drekkamunnur. Fyrrverandi og núverandi næmingar, foreldur, starvsfólk, stýrislimir og onnur áhugað eru vælkomin.
Tað skrivar Skúlablaðið.











